Tíðindi
22. januar 2018
Broyting av veitingarupphæddum til fyritíðarpensjonistar
Við gildi frá og við útgjaldinum av pensjón fyri februar 2018 er viðbótin til fyritíðarpensjonistar broytt. Viðbótin til hægstu fyritíðarpensjón er lækkað, meðan viðbótin til miðal og lægstu fyritíðarpensjón er hækkað.




Tíðindi
17. januar 2018
Broyting í treytunum fyri Familjuískoyti
Frá 1. januar 2018 er inntøkumarkið fyri at fáa Familjuískoyti hjá pørum við børnum (gift ella sambúgvandi) hækkað frá kr. 200.000 til kr. 280.000.




Tíðindi
16. januar 2018
Ein hjartans tøkk
Tað var stórur rómur á verkstøðum, sambýlum, stovnum og ikki minst frítíðartilboðum í gjár, tá borgarar fingu bæði tænastur og starvsfólk aftur. Fagnaðurin var stórur - hjá borgarum og ikki minst hjá starvsfólki.