Rættindi og skyldur
Á hesi síðu verður greitt nærri frá tínum rættindum og skyldum mótvegis Almannaverkinum.
Umframt at umsita eina røð av peningaveitingum, skulu vit sambært lóg og kunngerðum veita nakrar tænastur.

Vit skulu upplýsa almenningin um rættindi og skyldur sambært almannalóggávuni og geva borgaranum tilboð um persónliga og forsorgarliga ráðgeving og vegleiðing.

Harumframt er tað uppgávan hjá Almannaverkinum at hjálpa og vísa borgarum við serligum tørvi á tilboð ið stovnurin veitur. Talan kann vera um tørv á stuðulsfólki, stovnsuppihaldi ella uppihaldi á sambýli til fólk, ið bera likamligt ella sálarligt brek.

 



Dagført tann 12-10-2012