Pensjónsrættur

Rætt til fólkapensjón hava persónar, sum hava fylt 67 ár. Pensjónin verður veitt frá 1. í mánaðinum aftaná fylta 67. árið, tó í fyrsta lagi frá 1. í mánaðinum aftaná, at umsóknin er móttikin á Almannaverkinum.

 

Vanligar treytir

Rætturin til pensjón er treytaður av, at umsøkjarin

  • hevur danskan heimarætt ella er giftur við ella seinast hevur verið giftur við einum persóni við donskum heimarætti,
  • hevur fastan bústað í Føroyum ella hevur hýru við skipi skrásett í Føroyum og
  • hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi 3 ár frá fylta 15. árinum til fylta 67. árið

    Umsókn til fólkapensjón er á síðuni oyðubløð


Dagført tann 06-09-2013