Hjálpartól, bil, bústaðarbroyting
Almannaverkið kann, eftir umsókn, veita stuðul og ráðgeving til einstaklingar í sambandi við tørv á hjálpartólum, búðstaðarbroytingum og útvegan av bili til fólk við virkistarni.

Almannaverkið veitir upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til einstaklingar, almennar myndugleikar og onnur um hjálpartól, um byggi- og búðstaðarspurningar og um bilar.

 

Almannaverkið viðgerð og tekur støðu til umsóknir um stuðul til omanfyri nevndu endamál.

 

Almannaverkið skipar fyri útláni og endurnýtslu av hjálpartólum umframt umvælingum og serligum viðlíkahaldi.

 

Umsóknarbløð

Umsóknarbløð kunnu fást á heimasíðuni undir oyðubløð ella við at venda sær til Almannaverkið.
 

Persónlig vegleiðing

Ynskja tygum persónaliga vegleiðing, kunnu tygum ringja til Almannaverkið.

Upplýsingar at hava við hondina: P-tal og møguligt málsnummar.




Dagført tann 06-09-2013