Útbúgving

Ein útbúgving betrar um førleikan hjá umsøkjarum og kann geva fleiri møguleikar til arbeiðsmarknaðin.

 

Treytir

Fyri at fáa endurbúgvingarstuðul frá Almannaverkinum, skal umsøkjarin hava ein skerdan førleika av heilsuligum ella sosialum ávum. Útlit fyri starvsetan á arbeiðsmarknaðinum eftir loknað útbúgving skal verða til staðar, og skal hava við sær fíggjarligt sjálvbjargni.

 

Útbúgvingarleið

Útgangsstøðið er allar førleikagevandi útbúgvingar. Avgerandi er, at útbúgvingin kann hava við sær, at umsøkjarin fær eitt starv, ið gevur fíggjarligt sjálvbjargni.

 

Almannaverkið tekur avgerð um útbúgvingarleiðina. Atlit til ynski frá umsøkjaranum verður tikið, um mett verður, at ynskið samsvarar við hansara førleika.

 

Endurbúgving skal fremjast á skjótast gjørligan hátt, og í Føroyum um gjørligt.

 

Fíggjarlig viðurskiftir

Umsøkjarin fær eina veiting frá Almannaverkinum undir útbúgving. Veitingin svarar til eina forsorgarveiting, ið er ein grundupphædd umframt aðrar rímiligar fastar útreiðslur. Veitingin er ikki skattskyldug og kann í mesta lagi svara til dagpengahámarkið. Undir serligum umstøðum kann dagpengahámarkið hækkast. 

 

Er møguleiki at søkja lestrarstuðul ella barnastuðul frá Stuðulsstovninum, skal hesin søkjast, tí stuðulin verður mótroknaður veitingini frá Almannaverkinum.

 

Allar inntøkur hjá umsøkjaranum verða mótroknaðar í veitingini frá Almannaverkinum. Dømir um inntøkur sum verða mótroknaðar: Lønarinntøka, stuðul, feriuløn, skattskyldig pensjón, avlopsskattur, gávur og vinningar.

 

Eftirmetingar

Almannaverkið fer við jøvnum millumbilum at biðja útbúgvingarstovnin um frágreiðing og meting av, hvussu tað gongur fakliga og um avrit av úrslitum. Útbúgvingarstovnurin verður eisini biðin um at boða Almannaverkinum frá, um undirvísingin verður fylgd á nøktandi hátt.

 

Hetta fyri at taka støðu til, um skipanin skal halda fram óbroytt, um broytingar skulu gerast ella um skipanin skal steðgast.   

Umsóknarblað til endurbúgving er á síðuni oyðubløð.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 



Dagført tann 04-09-2013