Yrkislæra

Ein útbúgving betrar um førleikan hjá umsøkjarum og kann geva fleiri møguleikar til arbeiðsmarknaðin.

 

Treytir

Fyri at fáa endurbúgvingarstuðul frá Almannaverkinum skal umsøkjarin hava ein skerdan førleika av heilsuligum ella sosialum ávum. Útlit fyri starvsetan á arbeiðsmarknaðinum eftir loknað útbúgving, skal vera til staðar, og skal kunna føra til fíggjarligt sjálvbjargni.

 

Setunarviðurskiftir

Lærupláss skal verða góðkent, sambært kunngerð um yrkisútbúgvingar. Um arbeiðsgevarin ikki hevur tryggjað, at læruplássið er góðkent, skal hann søkja um góðkenning frá Yrkisútbúgvingarráðnum

 

Umsøkjarin og arbeiðsgevarin skulu undirskriva lærusáttmálan, sum skal góðkennast av Yrkisútbúgvingarráðnum. Somuleiðis skal ein sáttmáli millum Almannaverkið, umsøkjaran og arbeiðsgevaran undirskrivast.

 

Í lærutíðini eru vanligu lønar- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti fyri viðkomandi yrki galdandi. Ivaspurningar innan setan, arbeiðstíð, uppsagnartíð, løn, frítíðarløn, løn undir sjúku, vanlukkutrygging og annað skulu loysast eftir galdandi reglum innan yrkið. Umsøkjarin í endurbúgving, verður at meta sum ein hvør annar lærlingur hjá arbeiðsgevaranum.

 

Lønarískoyti

Lønin verður ásett sambært galdandi sáttmála innan yrkið.

 

Í serligum førum kann Almannaverkið veita ískoyti upp til byrjunarløn innan yrkið, um viðurskifti gera, at tað er ógjørligt hjá umsøkjara at klára seg fyri lærlingalønina.

 

Somuleiðis er í serligum førum møguligt hjá Almannaverkinum at endurrinda ein part ella alla lærlingalønina til arbeiðsgevaran, um so er at umsøkjarin er heilsuliga ella sosialt nógv skerdur.  

 

Arbeiðsgevarin hevur møguleika at gjalda umsøkjaranum eina hægri løn enn lønin sambært sáttmála. Tó endurrindar Almannaverkið einans løn sambært sáttmála og ikki lønarhækkan, yvirtíð, gávur ella annað líknandi. 

 

Lønarendurgjald

Arbeiðsgevarin rindar í fyrstu atløgu lønina. Triðja hvønn mánað skal arbeiðsgevarin senda Almannaverkinum uppgerð yvir útgoldnað løn, frítíðarløn, arbeiðsmarknaðargjøld o.a. Útgoldnað lønin er skattskyldug sum aðrar lønir. Fylgiskriv um lønarendurgjald skal nýtast í samband við uppgerðina.

 

Almannaverkið endurrindar ikki útreiðslur sum Yrkisútbúgvingarráðið endurrindar.

 

Eftirmetingar

Arbeiðsgevarin skal útvega Almannaverkinum upplýsingar um uppmøting, sjúkrafráveru, aðrar orsøkir og um aðrar møguligar broytingar eru í viðurskiftunum samanborið við støðuna, tá avtalan um læruplássið varð undirskrivað.

 

Hetta fyri at taka støðu til, um skipanin skal halda fram óbroytt, um broytingar skulu gerast ella um skipanin skal steðgast.  

Umsóknarblað til endurbúgving er á síðuni oyðubløð.

 



Dagført tann 04-09-2013