Bilur
Stuðulslán, sum partvíst er afturgjaldsskyldugt, kann eftir umsókn veitast til útvegan av bili sambært forsorgarlógini. Talan kann verða um bil í samband við umlætting ella fyri, at persónur kann verða verandi í vinnu ella útbúgving.
Eisini kann stuðul veitast til serinnrætting av bili. Tá krevst aloftast átekning á koyrikortið um ikki serlig skánandi atlit skulu takast.

 

Í serligum føri kann, til persónar við virkistarni, veitast stuðul til meirkostnað av at taka koyrikort.

 

Vegleiðing er saman við umsóknarblaðnum.

Umsóknarblað til bil

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 



Dagført tann 26-07-2013