Skyldur hjá almennum starvsfólki
Ert tú í almennum starvi og fært kunnleika um viðurskifti hjá einum persóni, sum geva gruna um, at tørvur er á almannahjálp, hevur tú skyldu at boða Almannaverkinum frá. Talan kann t.d. vera um persón, ið livir undir korum ið ikki eru nøktandi, ella um persón, ið hevur trupulleikar í sambandi við likamligt ella sálarligt brek.

Skyldan at boða Almannaverkinum frá, fevnir bæði um vaksin og børn, sum hava likamligt ella sálarligt brek.


Er talan um børn við sosialum trupulleikum, skal fráboðan sendast til barnaverndartænastuna í tí økinum, har barnið býr. Upplýsingar um barnaverndartænastur kring landið fáast frá Barnaverndarstovuni www.bvs.fo

 

 



Dagført tann 13-10-2012