Skyldur hjá læknum

Sum lækni hevur tú serliga skyldu at boða Almannaverkinum frá, tá tú fært kunnleika um viðurskifti hjá vaksnum ella børnum við víðfevndum likamligum ella sálarligum breki, sum geva gruna um, at tørvur er á almannahjálp.

 

Læknar hava eisini serliga skyldu at boða barnaverndartænastuni frá, tá gruni er um, at barn livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða heilsu og menning hjá barninum. Upplýsingar um barnaverndartænastur kring landið fáast frá Barnaverndarstovuni. www.bvs.fo



Dagført tann 13-10-2012