Persónligir og fíggjarligir trupulleikar

Veitst tú ikki, hvønn tú skalt venda tær til við einum persónligum, fíggjarligum ella sosialum trupulleika ella ivaspurningi, kanst tú venda tær til Almannaverkið. Tú kanst ringja til eina økisdeild ella koma inn á gólvið.


Almannaverkið hevur skyldu til at veita tær ráð og vegleiða teg um persónligar og forsorgarligar spurningar.


Kann Almannaverkið ikki sjálv vegleiða, hjálpa tær ella svara tínum fyrispurningi, fært tú at vita, hvønn tú kanst venda tær til við fyrispurninginum ella trupulleikanum. Ella avtala verður gjørd um, at Almannaverkið vendir sær til viðkomandi stovn ella myndugleika tína vegna.

 



Dagført tann 12-10-2012