Ráð og vegleiðing

Óttast tú at koma í neyð ella eru trupulleikar longu íkomnir av tí støðu, tú ert komin í, so vend tær til Almannaverkið. Tað eru nógvar sosialar hendingar, sum kunnu skapa ótta, sorg og iva um framtíðina.
 

Fyri at nevna nøkur dømi um hendingar í lívinum, sum kunnu hava við sær tørv á ráðum, vegleiðing og stuðli frá Almannaverkinum kunnu nevnast

·         sjúka ella skaði

·         arbeiðsloysi

·         at fáa barn einsamallur

·         at blíva skildur ella koma í einkjustøðu

·         at fáa eitt sjúkt ella brekað barn

·         at hjúnafelagin ella sambúgvin verður sjúkur

·         o.fl.


Slíkar hendingar kunnu eisini hava við sær fíggjarliga broyting, sum er torfør at yvirskoða og kanska eisini at loysa sjálvur. Almannaverkið kann vegleiða um, hvussu verandi trupulleikar í løtuni kunnu loysast og hvussu tú sjálv/ur frameftir kanst loysa trupulleikar, sum íkoma.

Tú kanst venda tær til ta deild hjá Almannaverkinum,  sum er í økinum, tú býrt. Bið um tíð til eina samrøðu við sosialráðgeva um tínar umstøður.

Kanska kann deildin sjálv hjálpa tær, ella hon kann vísa tær til aðra serdeild á Almannaverkinum ella annan myndugleika, sum kann hjálpa.

 

 



Dagført tann 24-01-2013