Sjúka

Missur tú inntøku, kanst tú antin hava rætt til løn undir sjúku, sjúkradagpening og – um ongin annar møguleiki er – forsorgarveiting. Avgerandi fyri, um tú hevur rætt til løn undir sjúku er, um tú kemur undir ásetingarnar í starvsmannalógini.

 

Hevur tú ikki rætt til løn undir sjúku, kanst tú hava rætt til dagpening vegna sjúku frá Almannaverkinum – antin sum løntakari ella sum sjálvstøðugur vinnurekandi við sjálvbodnari trygging – sí nærri um treytir fyri at fáa sjúkradagpengar.
 

Ert tú í einari støðu, har tú hvørki hevur rætt til løn undir sjúku ella sjúkradagpengar, er møguligt at fáa uppihaldshjálp eftir forsorgarlógin.



Dagført tann 24-05-2017