Arbeiðsloysi

Hevur tú mist inntøkuna, tí tú ert vorðin arbeiðsleys/ur, er tað fyrst og fremst Arbeiðsloysisskipanin (ALS), tú skalt venda tær til. Allir løntakarar eru tryggjaðir í ALS. Sí www.als.fo

 Um tú ert arbeiðsleys/ur og ikki hevur rætt til útgjald frá ALS, t.d. tí tú hevur gingið í skúla, júst er liðugur við eina útbúgving ella hevur uppbrúkt dagatalið í ALS, kanst tú søkja uppihaldshjálp eftir forsorgarlógini. Tað ber eisini til at søkja um ískoyti til  útgjaldið frá ALS.


Umsøknarblað til uppihaldshjálp er at finna undir oyðibløð



Dagført tann 03-09-2013