Barnsburður

Í sambandi við barnsburð er tað fyrst og fremst í Barsilsgrunninum, tú ert tryggjað og kann fáa veiting frá. Í heilt serligum førum kanst tú fáa sjúkradagpengar frá Almannaverkinum. Tað er, um tú arbeiðir á einum arbeiðsplássi, har vandi er fyri at skaða tína ella heilsuna hjá barninum. Sí undir www.barsil.fo um tíni rættindi í Barsilsgrunninum.

 

Kemur tú av einihvørji orsøk ikki undir reglurnar fyri barsilveiting, kanst tú søkja uppihaldshjálp frá Almannaverkinum, tá tú ikki hevur annan møguleika at útvega tann pening, sum er neyðugur til lívsins uppihald.

Umsóknarblað til uppihaldshjálp er at finna undir oyðubløð



Dagført tann 03-09-2013