Vantandi barnaansing

Ert tú í tí støðu aftaná barnsburðarfarloyvi, at tú ikki fært títt barn ansað á dagstovni ella dagrøkt og í tí sambandi fært fíggjarligar trupulleikar av ikki at sleppa til arbeiðis, kanst tú venda tær til Almannastovuna fyri at kanna, um tú hevur møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldshjálp.

Umframt at lúka vanligu treytirnar fyri uppihaldshjálp, er tað ein treyt at barnið er skrivað upp til ansing við føðing. Eisini skal kommunan hvønn mánaða vátta, at tað í løtuni ikki er møguligt at útvega ansingarpláss.

 


Umsóknarblað til uppihaldshjálp er at finna undir oyðubløð.

 

 



Dagført tann 03-09-2013