Skyldur í samband við sjúkradagpening
Fært tú tilboð frá lækna um viðgerð, sum kann hjálpa tær at endurvinna arbeiðsførleikan, og tú noktar at taka ímóti, dettur rætturin til dagpening burtur.

Í slíkum føri kann útgoldnað veitingin møguliga verða kravd aftur.

Tú hevur skyldu at upplýsa um øll viðurskifti, sum eru neyðug fyri at kunna viðgera og avgera umsóknina. Hevur tú ikki hildið upplýsingarskylduna, verður útgoldin dagpeningur kravdur aftur.



Dagført tann 01-03-2011