Fyritíðarpensjón vegna óarbeiðsføri
Fyritreytin fyri at tilluta fyritíðarpensjón er, at tað ikki ber til at menna arbeiðsevnini við viðgerð, útbúgving, umskúling e.ø. endurbúgvandi fyriskipanum, og at tað heldur ikki ber til at útvega eitt arbeiði, sum er hóskandi eftir umstøðunum hjá viðkomandi.

Tað er ein treyt fyri at veita fyritíðarpensjón orsakað av likamligum ella sálarligum avlamni, at arbeiðsførið er skert við í minsta lagi eini helvt.

Umsóknarblað til fyritíðarpensjón er á síðunu oyðubløð.


Dagført tann 04-09-2013