Slag av fyritíðarpensjón
Hægsta fyritíðarpensjón kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, ið eru óarbeiðsførir ella bara hava ótýðandi eftir av arbeiðsførinum.

Miðal fyritíðarpensjón kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, hvørs arbeiðsføri er skert við í minsta lagi 2/3, og persónum yvir 60 ár, ið eru óarbeiðsførir ella bara hava ótýðandi eftir av arbeiðsførinum.

Lægsta fyritíðarpensjón kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, hvørs arbeiðsføri er skert við í minsta lagi eini helvt.

Serligar sosialar umstøður
Fyritreytin fyri at tilluta fyritíðarpensjón vegna serligar sosialar umstøður er, at allir møguleikar, sum kunnu gera viðkomandi føran fyri sjálvan at uppihalda sær og sínum, eru royndir, so sum t.d. viðgerð, arbeiðsroynd, umskúling, uppvenjing, og at tað heldur ikki hevur borið til at útvega eitt hóskandi arbeiði.

Lægsta fyritíðarpensjón kann tillutast einkjum og einkjumonnum, sum hava mist fyritíðarpensjón vegna einkjustøðu, tí yngsta barnið hevur fylt 18 ár, um viknandi heilsa, vantandi arbeiðsmøguleikar ella aðrar sosialar umstøður gera, at viðkomandi ikki er ella verður før/-ur fyri at uppihalda sær og sínum sjálvstøðugt. Viðkomandi hevur sostatt varandi tørv á hjálp til uppihalds. 

Lægsta fyritíðarpensjón kann eisini tillutast øðrum persónum omanfyri 50 ár, sum vegna viknandi heilsu, vantandi arbeiðsmøguleikum ella aðrar umstøður varandi hava tørv á hjálp til uppihalds.


Dagført tann 04-09-2013