Pensjón vegna einkjustøðu og børn undir 18 ár
Einkjum og einkjumonnum, ið hava uppihaldsskyldu mótvegis barni undir 18 ár, verður tillutað miðal fyritíðarpensjón.

 

Tað er ikki, sum við øðrum fyritíðarpensjónum, ein treyt fyri at tilluta fyritíðarpensjón orsakað av einkjustøðu, at endurbúgvingar- ella arbeiðsmøguleikar frammanundan eru kannaðir.

Møguleiki er tó hjá einkjum og einkjumonnum eins og hjá øllum øðrum at søkja endurbúgvingarstuðul, um serligar forðingar eru í sambandi við arbeiði og harvið møguleikunum at klára seg fíggjarliga. Les meira um endurbúgving við at trýsta her.

Persónar, sum koma í einkjustøðu, fáa eitt skriv frá Almannaverkinum við boðum um, at tey kunnu venda sær til stovnin fyri at fáa ráð og vegleiðing um støðuna og hjálparmøguleikar, herundir fyritíðarpensjón. Avgerð um fyritíðarpensjón vegna einkjustøðu og børn undir 18 ár tekur vanliga stutta tíð at avgreiða. 

Umsóknarblað um fyritíðarpensjón vegna einkjustøðu kann finnast undir oyðibløð.

 



Dagført tann 03-09-2013