Onnur inntøka

Um ein fyritíðarpensjónistur hevur inntøku, kann hettar ávirka pensjónsútgjaldið soleiðis at tað lækkar.

Grundupphædd, viðbót til hægstu og miðal fyritíðarpensjón og eykaviðbót til lægstu fyritíðarpensjón verða lækkaðar, um ársinntøkan hjá fyritíðarpensjónisti fer uppum árliga inntøkufrádráttin, sum verður ásettur í kunngerð. Lækkingin er 30 % av inntøku minus árliga frádráttin.

Inntøkufrádráttur fyri árið 2011 er kr. 90.600. Hetta merkir, at um samlaða inntøkan er lægri enn inntøkufrádrátturin, verður pensjónin ikki lækkað.

Dømi
Stakur miðal pensjónistur er í 2011skrásettur við eini skattskyldugari inntøku uppá kr. 120.000.

Árliga pensjónin minkar við
30% av 120.000 - 90.600 = 29.400 x 30/100 = kr. 8.820.
Full árlig grundupphædd + viðbót = 70.548 + 22.764= kr. 93.312.
Árligt útgjald við inntøku uppá 120.000 = 93.312 - 8.820 = kr. 84.492.
Mánaðarligt útgjald = kr. 7.041.

Harumframt avlamisviðbót kr. 2.743 og møgulig barnaviðbót, sum ikki verða ávirkaðar av inntøku.

Rætturin til fyritíðarpensjón - og onnur inntøka
Rætturin til fyritíðarpensjón kemur av einum skerdum arbeiðsførleika. Tí skal ein inntøka altíð verða samsvarandi tí skerda arbeiðsførleikanum. Almannaverkið fremur árligt inntøkueftirlit við øllum fyritíðarpensjónistum, har Almannaverkið metir um arbeiðið, sum liggur aftanfyri inntøkuna, er samanberligt við at fáa fyritíðarpensjón. Almannaverkið hevur skyldu til at taka mál upp til nýggja viðgerð, tá ið inntøkan gerst størri enn ein árlig dupult grundarupphædd fyri støk, sambært lóg um almanna-pensjónir. Tá Almannaverkið tekur eitt mál upp til nýggja viðgerð, verður dentur lagdur á, hvussu nógv viðkomandi arbeiðir.

Inntøka, sum liggur til grund fyri útrokning av pensjón
Sum inntøka verður vanliga roknað skattskyldug inntøka umframt kapitalvinningsinntøka, herundir rentuinntøka, inntøka av partabrøvum, lánsbrøvum o.a.

Almannapensjón verður ikki roknað uppí inntøkuna, heldur ikki almannapensjón (sosial pensjón) úr øðrum landi.

Tað er vanliga seinast uppgjørda skattskylduga inntøkan, sum liggur til grund fyri útrokning av pensjónini. Henda inntøka verður innsett í pensjónsskránna hjá Almannaverkinum eina ferð um árið. Av tí at inntøkan skal vera uppgjørd av skattamyndug-leikunum, er hon ikki heilt nýggj. Tað er sostatt inntøkan í 2011, sum liggur til grund fyri pensjónsútrokningini í 2012.

Fyrsta pensjónsútrokningin verður tó grundað á væntaða inntøku, um broytingar henda í inntøkuviðurskiftunum í sambandi við pensjónering t.d. tí, at viðkomandi gevst at arbeiða, fær tænastueftirløn ella annað.

Umrokning við inntøkubroytingum
Gevst ein pensjónistur at arbeiða, fer til arbeiðis ella broytist inntøka hansara av øðrum orsøkum, er tað møguligt at fáa pensjónina umroknaða í einum ári.

Pensjónin verður tá í staðin roknað eftir væntaðari inntøku framyvir. Fyrsta árið verður inntøkan fram til broytingarmundið og væntaða inntøkan árið út løgd til grund fyri útrokningini av pensjónini. Sostatt verður inntøkan tilsamans alt álmanakkaárið løgd til grund fyri útrokningini av pensjónini árið út.

Tað kann verða torført at meta um væntaða inntøku. Tí verður pensjón, sum hevur verið umroknað, altíð eftirroknað, tá inntøkan fyri broytingarárið er endaliga gjørd upp av skattamyndugleikunum. Um eftirrokningin staðfestir, at ov lítið ella ov nógv er útgoldið, verður munurin útgoldin ella kravdur aftur.



Dagført tann 04-09-2013