Višgerš av fyritķšarpensjónsumsókn
Gjųrt veršur vart viš, at fyritķšarpensjón ikki kann jįttast ķ sambandi viš óarbeišsfųri orsakaš av avlamni ella varandi sjśku, fyrr enn allir mųguleikin at menna arbeišsfųriš hjį umsųkjaranum viš śtbśgving, umskśling, serligum hjįlpartólum, sjśkuvišgerš o.s.fr. er kannašur.

Heldur ikki ber til at jįtta fyritķšarpenjón viš óarbeišsfųri, fyrr enn mųguleikar fyri finna eitt arbeiši, sum umsųkjarin vildi kunnaš įtikiš sęr hóast avlamni/sjśku, eru kannašir.

Tķ veršur tilrįtt at umrųša hesar spurningar viš ein sosialrįšgeva, įšrenn sųkt veršur um fyritķšarpensjón.

Veršur sųkt um fyritķšarpensjón vegna avlamni ella sosialar/heilsuligar trupulleikar, er neyšugt at senda inn eina vįttan um heilsustųšuna frį kommunulęknanum. Ķ sambandi viš metingina av skerda arbeišsfųrinum, kann seinni verša neyšugt at śtvega eina serlęknavįttan.

Avgeršir um fyritķšarpensjón grundašar į skerdan arbeišsfųrleika ella serlig sosial (heilsulig) višurskifti verša grundašar į

1) lęknaliga meting av heilsustųšuni og avleišingar av henni fyri virkisfųrleikan hjį umsųkjaranum og

2) sosialfakliga meting av arbeišsfųrinum, har hesi višurskifti hjį umsųkjaranum innganga ķ metingina:


- śtbśgving
- starv/stųrv og arbeišsuppgįvur higartil 

- ašrir arbeišsmųguleikar/-uppgįvur

- endurbśgvingarroyndir/-mųguleikar

- inntųkuvišurskifti higartil og nś (uppihaldsgrundarlag)

- aldur

- bśstašur (ųki) og

- onnur serlig višurskifti, iš kunnu hava tżdning fyri meting av skerda arbeišsfųrinum.

Innkalling til samrųšu
Almannaverkiš innheintar upplżsingar um inntųkuvišurskiftini frį skattamyndugleikanum. Fyri at kunna lżsa onnur višurskifti so gjųlla og rętt sum til ber, og harviš kunna gera eina haldgóša lżsing av stųšuni hjį umsųkjaranum og hansara egnu meting av henni, veršur umsųkjarin bišin um at koma til eina samrųšu viš sosialrįšgeva.

Kallaš veršur tó ikki inn til samrųšu ķ fųrum, har lķtil ella ongin ivi er um heilsuvišurskiftini, og grundarlag er fyri at jįtta hęgstu fyritķšarpensjón. 

Višgeršartķš
Av tķ at nógv višurskifti skulu kannast og greišast, įšrenn stųša kann takast til fyritķšarpensjón, tekur taš vanliga vęl longri tķš at višgera eina umsókn um fyritķšarpensjón enn umsóknir um ašrar almannaveitingar.

Taš hevur stóran tżdning, at avgeršin er haldgóš, eftirsum talan er um eina framhaldandi veiting til umsųkjari kemur ķ fólkapensjónsaldur.

Mųguligt forskot ella forsorgarveiting
Veršur mett sannlķkt, at umsųkjarin kemur at fįa pensjón, kann Almannaverkiš byrja at gjalda śt forskot, įšrenn avgeršin er tikin. Hetta veršur gjųrt, um viškomandi ikki fęr lųn, sjśkradagpening ella ašra veiting ķ tķšini til avgeršin er tikin.

Er meiri ivasamt, hvat śrslitiš veršur, er mųguligt at fįa hjįlp eftir forsorgarlógini, um viškomandi er ķ eini stųšu, har hon/hann ikki er fųr/-ur fyri at uppihalda sęr og sķnum.

Um fyritķšarpensjón veršur jįttaš, veršur hon veitt frį fyrsta ķ mįnašinum eftir, at umsóknin er jįttaš, tó ķ seinasta lagi frį fyrsta ķ fjórša mįnašinum eftir, at umsóknin er móttikin.


Um umsųkjarin hevur fingiš ašra almannaveiting, mešan umsóknin um fyritķšarpensjón veršur višgjųrd, veršur pensjón kortini ikki veitt fyrr enn frį fyrsta ķ mįnašinum eftir, at tann veitingin er stešgaš.




Dagført tann 08-11-2016