Meirútreiðslur av uppihaldinum  

Hevur ein familja meirútreiðslur av at uppihalda barni, sum ber likamligt ella sálarligt brek ella hevur varandi sjúku, so kann stuðul verða veittur til meirútreiðslur, sum verða mettar neyðugar. Sum dømi kunnu nevnast útreiðslur av

  • serligum kosti
  • serligum skeiði um uppaling, samskifti, røkt o.l.
  • flutningi
  • óvanligum sliti av klæðum
  • blæum
  • og líknandi

    Umsókn til meirútreiðslur er á síðuni oyðubløð.


Dagført tann 04-09-2013