Sjúka hjá barni annars – uppihaldshjálp í fíggjarligari trongstøðu

Foreldur at sjúkum barni, sum ikki koma undir treytirnar fyri at fáa sjúkradagpengar ella mista arbeiðsintøku, tí barnið ikki hevur álvarsliga sjúku ella ikki ber brek ella varandi sjúku, kunnu undir ávísum treytum fáa uppihaldshjálp eftir forsorgarlógini, tá tey missa inntøku í sambandi við sjúku hjá barni. Hetta um neyðug frávera frá arbeiði hevur við sær, at familjan ikki er før fyri at útvega sær tað neyðuga til uppihalds.

  
Fyritreytin fyri at fáa uppihaldshjálp er, at allir aðrir møguleikar at lívbjarga sær fíggjarliga eru troyttir. Familjan má ikki eiga pengaogn ella aðra ogn, ið við sølu kann brúkast til at dekka fíggjarliga tørvin. Sethús, sum familjan býr í, er tó ikki umfatað av ogn í hesum sambandi.

  
Hjálp kann ikki veitast, um tann hjúnafelagin, sum ikki fer úr arbeiði, hevur nóg høga inntøku til at dekka fíggjarliga tørvin hjá familjuni.

  
Sum grundarlag fyri støðutakan til eina umsókn um uppihaldshjálp verður gjørd ein útrokning av metta tørvinum hjá familjuni, har inntøkur verða settar í mun til útreiðslur til uppihalds og rímiligar fastar útreiðslur hjá familjuni.

Nærri upplýsing um veitingina fáast við at trýsta her.

Umsóknarblað til uppihaldshjálp finst á síðuni oyðubløð.



Dagført tann 06-09-2013