Upphæddir - fyritíðarpensjón   

Fyritíðarpensjónin er samansett av ymiskum upphæddum og viðbótum. Fyritíðarpensjónistur, sum fær lægstu fyritíðarpensjón, fær tó ikki avlamisviðbót. 

Grundupphædd og viðbót eru skattskyldugar.

 

Avlamisviðbót verður latin til hægstu og miðal fyritíðarpensjónistar, og er ikki skattskyldug. Lægstu fyritíðarpensjónistar fáa eykaviðbót, sum er skattskyldug.

 

Barnaviðbót verður latin fyri hvørt barn undir 18 ár, sum pensjónisturin hevur uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis. Barnaviðbótin er ikki skattskyldug.


Samanseting

Pensjónsstig

Grundupphædd

Viðbót

Avlamisviðbót

Eykaviðbót

Barnaviðbót*

Hægsta

o

o

o

 

o

Miðal

o

o

o

 

o

Lægsta

o

o

 

o

o

* um pensjónisturin hevur uppihalds-/gjaldsskyldu mótvegis barni/børnum undir 18 ár.


Árligu og mánaðarligu upphæddirnar kunnu síggjast á yvirlitinum Almannaveitingar upphæddir
 

 

 

 

 

 



Dagført tann 03-09-2013