Barnagjald í forskoti

Einsamallur uppihaldari kann biðja um at fáa barnagjald útgoldið frá Almannaverkinum, um tann, ið hevur skyldu at gjalda, ikki hevur goldið tann dagin, barnagjaldið er fallið til gjaldingar (forfallsdagin).


Treyt

Barnagjaldið skal vera álagt gjaldskylduga eftir lóggávuni um rættarstøðuna hjá børnum av Ríkisumboðnum ella øðrum samsvarandi útlendskum myndugleika.


Upphædd

Umframt vanliga barnagjaldið, sum verður útgoldið eina ferð um mánaðin/ársfjórðingin/hálvárið, kunnu serstøk gjøld verða útgoldin.

Hesi eru uppihaldsgjald í 3 mánaðir í sambandi við føðing, føðingargjald, dópsgjald, fermingargjald og annað gjald, ið kann verða álagt av Ríkisumboðnum.


Almannaverkið krevur tann gjaldsskylduga aftur eftir gjøldum, ið verða goldin út forskotsvís.

Umsóknarblað til barnagjald er at finna undir oyðubløð.

 

 

 



Dagført tann 23-08-2016