Serligt barnaískoyti

Serligt barnaískoyti kann verða veitt einsamallum uppihaldara, ið ikki livir í parlagi, tað vil siga ikki er giftur ella livir saman við øðrum í parlagi, ið er at líkna við hjúnalag. Við øðrum orðum skal uppihaldarin vera reelt einsamallur.

 

Serligt barnaískoyti verður latið eftir umsókn og goldið út einaferð um ársfjórðingin. Søkjast skal ikki av nýggjum, um støðan er óbroytt.


Móttakarin av serligum barnaískoyti hevur skyldu at siga frá, um støðan broytist.

 

Einaferð um árið skal váttast fyri Almannaverkinum,  at móttakari framhaldandi býr einsamøll/-mallur saman við barni/børnum, sum treyt fyri framhaldandi at fáa serligt barnaískoyti.

Upphæddirnar fyri serligt barnaískoyti  kunnu síggjast á yvirlitinum Almannaveitingar upphæddir.

Umsóknarblað til serligt barnaískoyti er at finna á síðuni oyðubløð.



Dagført tann 08-07-2016