Fólkapensjónin er samansett av grundupphædd og viðbót
Øll yvir 67 ár hava rætt til fulla grundupphædd, meðan viðbótin verður lækkað av inntøku.

Yvirlit yvir galdandi upphæddir síggjast undir Almannaveitingar upphæddir

 

Grundupphæddin, sum er skattafrí,  er óheft av fíggjarligu viðurskiftunum hjá pensjónistinum. Viðbótin, sum er skattskyldug, verður javnað eftir inntøku pensjónistsins.

Grundupphæddin verður útgoldin við fullari upphædd uttan mun til, hvørja inntøku fólkapensjónisturin hevur.

Ein, sum søkir um fólkapensjón, kann velja bara at søkja um grundupphæddina, um hann hevur so mikið høga inntøku, at ongin viðbót vildi blivið útgoldin.

Verður bara søkt um at fáa grundupphædd, er ikki neyðugt at upplýsa Almannastovuna um inntøkuviðurskiftini. Tað ber til á umsóknarblaðnum at krossa av, um søkt verður um grundupphæddina einsamalla ella um bæði grundupphædd og viðbót.

Gjørt verður vart við, at pensjónistur, sum ikki ynskir at upplýsa síni  inntøkuviðurskifti samstundis avskrivar sær rættin til aðrar veitingar, sum eru treytaðar av, at inntøkan er kend. T.d. kunnu viðbót til ávísar pensjónistar (brennistuðul) og stuðul til heilivág o.a. ikki útgjaldast uttan upplýsingar um inntøkuviðurskiftini.

 

 

 

 

 



Dagført tann 06-09-2013