Onnur inntøka - fólkapensjón

Viðbótin verður ávirkað av inntøku, sum pensjónistur møguliga hevur við síðuna av pensjónini. Sum inntøka verður roknað skattskyldug inntøka og kapitalvinningsinntøka, herundir rentuinntøka, inntøka av parta- og lánsbrøvum og annað.

Pensjónin verður ikki lækkað, um ársinntøkan er niðanfyri kr. 60.400 (í 2011), ið er sonevnda frádráttarfría inntøkuupphæddin. Henda upphædd verður, sum aðrar upphæddir, javnað á hvørjum árið eftir lóg um áseting og javning av almannaveitingum.

Sum inntøka hjá einum giftum pensjónisti verður roknað helvtin av inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans.

Tað er altíð ársinntøkan, sum liggur til grund fyri lækking av viðbótini. Høvuðsreglan er, at tað er uppgjørda skattskylduga inntøkan vm. annað árið fyri, sum liggur til grund fyri útrokningini av lækkingini. T.d. er tað inntøkan í 2009, sum liggur til grund fyri útrokningini av pensjón í 2011.

Pensjónin verður tó fyrsta árið útroknað eftir mettari ársinntøku, um inntøkan hjá umsøkjaranum broytist í sambandi við, at hann verður pensjónistur.

Í førum, har inntøkan broytist aftaná at ein er blivin pensjónistur, t.d. tí pensjónisturin gevst at arbeiða ella fer niður í arbeiðstíð, kann Almannaverkið í staðin rokna pensjónina út frá tí ársinntøku, sum mett verður, at pensjónisturin kemur at fáa frameftir.

Er ársinntøkan hjá pensjónistinum hægri enn kr. 60.400 lækkar viðbótin við 60% av teirri inntøku, sum er omanfyri frádráttarfríu inntøkuupphæddina.


Dømi:
Stakur fólkapensjónistur hevur eina ársinntøku á kr. 90.000  Árliga viðbótin hjá honum verður lækkað við


(90.000 – 60.400) x 60
100


t.v.s. kr. 17.760 um árið, sum skal dragast frá fullu árligu viðbótini, sum er 38.268. Útgjaldið verður (38.268-17.760) = kr. 20.508 um árið ella kr. 1.709 um mánaðin.

 



Dagført tann 06-09-2013