Viðbót til ávísar pensjónistar

Pensjónistar og persónar, ið fáa varandi veiting sambært § 13 í forsorgarlógini, hava rætt til eina viðbót. Viðbótin verður vanliga kallað "brennistuðul". Viðbótin verður ikki latin fyritíðarpensjónistum, ið búgva á stovni, sum er góðkendur sambært lóg um almenna forsorg.

Treytin fyri at fáa viðbótina er, at stakur pensjónistur ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn kr. 60.000, og at giftur pensjónistur saman við hjúnafelaga ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn kr. 80.000.

Hjún, har bæði eru pensjónstar, fáa eina viðbót í felag, og verður viðbótin útgoldin við einari helvt til hvønn.

Upphæddin fyri brennistudning er at síggja á síðuni Almannaveitingar upphæddir




Dagført tann 11-05-2015