Barnavernd
Í Føroyum verður barnaverndarøkið umsitið av kommununum, sí www.bvs.fo. Skrivstovan hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini húsast á Føroya Kærustovni.

Skrivstovan hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini
Sbrt. § 52 stk. 6 í Barnaverndarlógini er arbeiðsuppgávan hjá skrivstovuni hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini í høvuðsheitum, at samskipa arbeiðið hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini og at ansa eftir, at málini, ið koma frá barnaverndartænastunum, eru nóg væl upplýst, áðrenn tey verða løgd fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina.

Sambært Barnaverndarlógini tekur Høvuðsbarnaverndarnevndin avgerð í málum:

  • um familjuviðgerð og dagstovnatilboð á stovnum hjá landinum, sbr. § 15a stk. 1 og stk. 2
  • um yvirtøku av umsorganini fyri einum barni, sbr. § 19,
  • um samverurætt, sbr. § 22,
  • um varandi umsorganaryvirtøku, sbr. § 23,
  • um setan úr gildi av avgerð um umsorganaryvirtøku, sbr. § 24,
  • um setan á stovn sbrt. § 35
  • afturhald á stovni uttan egið samtykki, sbr. § 37,
  • um rætt til ókeypis umboðan, sbr. § 57 


    Barnaverndarnevndin tekur avgerð í málum smbrt. § 17 stk. 1 og stk. 2, §18 stk. 1 og stk. 2 og 20 stk. 1.

    Smbrt. § 17 stk. 3, § 18 stk. 3 og § 20 stk. 3 skulu slíkar avgerðir leggjast fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina til góðkenningar


    Eitt mál verður lagt fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina eftir § 52 í Barnaverndarlógini.


    Áðrenn eitt tilmæli um umsorganaryvirtøku verður lagt fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina ásetur § 52 í Barnaverndarlógini, hvussu málið skal vera fyrireikað av barnaverndarumsitingini.

     

     


    Í tilmælinum skal vera:

    - Frágreiðing um málið
    - upplýsingar frá kanningini sbrt. § 45
    - innheintað skjøl sbrt. § 46
    - ætlan fyri barnið sbrt. § 47
    - um samtykki ikki finst, innheintað samtykki sbrt. § 48
    - aðarar upplýsingar um veruligu umstøðurnar í málinum
    - tilmæli um, hvør fyriskipan skal setast í verk, og
    - grundgeving fyri, hví mett verður, at ein ávís fyriskipan er tann rætta í hesum førinum.

    Orðingin "Skrivstovan hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini ansar eftir, at málið er nóg væl upplýst, áðrenn tað verður lagt fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina” merkir, at "officialprincippið”, tvs. skyldan at lýsa málið er galdandi í hesum málum. Meginreglan er sostatt, at tað er skrivstovan hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini, ið skal tryggja, at málið verður lýst til fulnar, áðrenn tað verður lagt fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann tó eisini biðja um fleiri upplýsingar, um nevndin heldur tað vera neyðugt. Barnaverndarnevndin skal lýsa málið so væl sum gjørligt, men tað er Høvuðsbarnaverndar-
    nevndin, ið hevur høvuðsábyrgdina av, at mál er nóg væl lýst.


    Skrivstovan há Høvuðsbarnaverndarnevndini kann lata málið fara aftur til barnaverndarnevndina til betri fyrireiking, um málið ikki er nóg væl lýst.


    Annars kann upplýsast, at skrivstovan útyvir hesa uppgávu, eisini skrivar ársfráðgreiðingar og útvegar hagtøl fyri virksemið á hesum økinum.



Dagført tann 15-04-2015