Bústað uttan fyri Føroyar

Um ein føroyingur ella annar norðurlendskur ríkisborgari, sum er búsitandi í Føroyum, hevur verið búsitandi í einum av hinum norðurlondunum t.d. Íslandi, Noregi, Svøríki ella Finnlandi í minst trý ár í aldrinum frá 15 til 67 ár, kann hann søkja um fólkapensjón frá tí landinum/londunum.

Umsóknin um pensjón verður viðgjørd sambært lógunum í viðkomandi landi, og lýkur umsøkjarin treytirnar annars, verður pensjón játtað í mun til árini, hann hevur verið búsitandi har.
Tá talan er um bústað í ríkisfelagsskapinum Føroyar/Danmark/-Grønland verða tíðirnar lagdar saman og ein hevur rætt til pensjón sambært lógunum í tí landinum, har ein er búsitandi við pensjónsaldur.

Ein full pensjón verður roknað sum 40/40, tvs., at hevur ein verið búsitandi í 40 ár ella longri í einum landi, hevur hann rætt til fulla pensjón. Hevur hann harafturat verið búsitandi t.d. 5 ár í Íslandi, kann hann søkja um fólkapensjón haðani eisini. Eru  treytirnar annars loknar, verður pensjónin játtað við 5/40. Í hesum førið verður føroyska pensjónin ikki lækkað, men tað kunnu vera førið, har føroyska pensjónin verður lækkað vegna pensjón úr øðrum landi. Tá er oftast talan um, at persónur ikki hevur innvunnið sær rætt til fulla pensjón í Føroyum.

Tá søkt verður um fólkapensjón í Føroyum, er umráðandi at svara teimum spurningum á umsóknarblaðnum, sum viðvíkja ríkisborgaraskapi og møguligum bústaði í útlandinum. Almannaverkið virkar tá sum millumlið millum londini til málið er avgreitt.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Almannaverkið.



Dagført tann 06-09-2013