Višvķkjandi bśstaš uttanfyri Fųroyar
Um ein fųroyingur ella annar noršurlendskur rķkisborgari, sum er bśsitandi ķ Fųroyum, hevur veriš bśsitandi ķ t.d. Ķslandi, Noregi, Svųrķki ella Finnlandi ķ minst trż įr ķ aldrinum frį 15 įr til tķšina, tį óarbeišsfųriš veršur stašfest, kann hann sųkja um fyritķšarpensjón frį tķ landinum/londunum. 
 
Umsóknin um pensjón veršur višgjųrd eftir galdandi lógum ķ viškomandi landi, og lżkur umsųkjarin treytirnar annars, veršur pensjón jįttaš ķ mun til įrini, hann hevur veriš bśsitandi har. Tį talan er um bśstaš ķ rķkisfelagsskapinum Fųroyar/Danmark/Grųnland verša bśstašartķširnar lagdar saman og ein hevur rętt til pensjón sambęrt lógunum ķ tķ landinum, har ein er bśsitandi, tį óarbeišsfųriš veršur stašfest .


Ein full pensjón veršur roknaš sum 40/40, tvs., at hevur umsųkjari veriš bśsitandi 40 įr ella longri ķ einum landi, hevur hann rętt til fulla pensjón. Hevur hann harafturat veriš bśsitandi t.d. 5 įr ķ Ķslandi, kann hann sųkja um fyritķšarpensjón hašani eisini. Eru treytirnar annars loknar, veršur pensjónin jįttaš viš 5/40. Ķ hesum fųri veršur fųroyska pensjónin ikki lękkaš. Taš kunnu vera fųri, har fųroyska pensjónin veršur lękkaš vegna pensjón śr ųšrum landi. Tį er oftast talan um, at persónur ikki hevur innvunniš sęr rętt til fulla pensjón ķ Fųroyum.


Tį sųkt veršur um fyritķšarpensjón er umrįšandi at svara teimum spurningum į umsóknarblašnum, sum višvķkja rķkisborgaraskapi og mųguligum bśstaši ķ śtlandinum.


Tį sųkjast skal um fyritķšarpensjón śr ųšrum landi, skal lęknavįttan fylgja viš. Įšrenn lęknavįttanin veršur send viš, veršur bišiš um heimild frį umsųkjaranum.


Almannaverkiš virkar sum millumliš millum londini til mįliš er avgreitt.


Nęrri upplżsingar fįast viš at venda sęr til Almannaverkiš.



Dagført tann 04-09-2013