Persónlig viðbót - serliga trupul kor

Persónlig viðbót kann verða veitt pensjónistum, sum hava serliga trupul kor.

Sum grundarlag fyri avgerðini um persónliga viðbót, ger Almannaverkið eina ítøkiliga meting av fíggjarligu viðurskiftunum hjá pensjónistinum, og um útreiðslan er neyðug og rímiliga grundað.

Tað er ein treyt, at umsøkjarin ikki hevur ráð til at gjalda útreiðsluna sjálvur. Hevur umsøkjarin ogn av týdningi, herundir fastogn, innistandandi í peningastovni e.a., kann persónlig viðbót ikki verða veitt. 

Persónlig viðbót verður veitt til fult ella partvíst gjald av eini stakútreiðslu ella til eina afturvendandi útreiðslu, sum verður mett neyðug og rímilig.

Meginreglan er, at Almannaverkið skal hava umsókn um stuðul, áðrenn umsøkjarin bindir seg fyri útreiðsluni.

Umsóknarblað til persónlig viðbót er á síðuni oyðubløð.



Dagført tann 04-09-2013