Trygdartelefon
Almannaverkið kann veita stuðul til trygdartelefon, um mett verður, at hetta er neyðugt vegna sjúku, ella at vandi er fyri, at eldri fólk, sum eru einsamøll heima, kunnu detta og koma til skaða, og tí ikki fáa boð frá sær.

Talan er um skipan, sum virkar gjøgnum telefonnetið. Eitt serligt telefontól verður sett til telefonnetið og persónurin, sum skal brúka trygdartelefonskipanina fær eitt armband um armin ella hálsband um hálsin við einum sendara í. Um vikomandi skal hava boð frá sær og ikki sleppur til vanligu telefonina, kann hann trýsta á sendaran, sum setir kalliskipanina í gongd.

Helst skulu 3-4 kontaktpersónar verða tilknýttir persóninum, sum fær kallitólið, so kalliskipanin kann ringja til tey fyrst. Um eingin kontaktpersónur svarar, svarar sjúkraflutningstænastan.

Trygdartelefon kemur ikki ístaðin fyri vanliga telefon, men er ein eyka trygd, um ikki slepst til telefonina.

Umsóknarblað til hjálpartól og spurnarblað til trygdartelefon er at finna undir oyðubløð.



Dagført tann 06-09-2013