Leiguskipan
Fyri at tryggja størri endurnýtslu av hjálpartólum, umframt at aðrir myndugleikar kunnu gagnnýta fakliga førleikan hjá Almannaverkinum, er leiguskipan sett á stovn.

Leiguskipanin fevnir eisini um útleigan til einstaklingar til feriunýtslu ella annan tørv.



Ráðgeving
Í tann mun tørvur er á ráðgeving ella vegleiðing um hjálpartól, ið verða leigað, kunnu terapeutar hjá Almannaverkinum ráðgeva og vegleiða.

Dagført tann 12-07-2013