Vegleišing og treytir ķ sambandi viš stušul til keyp av bili 

 

Alment

Almannaverkiš kann, eftir umsókn, veita stušul til at keypa bil.
Harafturat kann stušul, eftir umsókn, verša latin til meirśtreišslur til vektgjald, serligan śtbśnaš, koyrikort o.a.

Endamįliš viš stušlinum er, at persónurin kann gerast so sjįlvhjįlpin sum gjųrligt ķ gerandisdegnum

 

Heilsu- og vinnutreytir

Stušul til at keypa bil veršur latin persóni, sum hevur varandi nišursettan fųrleika, iš er til munandi ampa fyri viškomandi ķ samferšslu, arbeiši ella śtbśgving.

Stušul veršur bert latin, um bilurin:

1) er neyšugur fyri, at persónur kann koma til og frį arbeiši ella śtbśgvingarstaši, ella

2) munandi bųtir um avleišingarnar av nišursetta fųrleikanum hjį persóninum, ella

3) munandi lęttir um gerandisdagin hjį persóninum.

 

Bķligasti nųktandi bilur

Stušul veršur jįttašur til bķligasta bilin, iš kann nųkta tųrvin hjį umsųkjaranum.

Meginreglan er, at bilur eigur ikki at verša keyptur fyrr enn Almannaverkiš hevur mett um tųrvin.

 

Stušul til at keypa vanligan bil

Stušulin veršur latin sum eitt rentufrķtt lįn, sum įr 2012 er ķ mesta lagi er kr. 200.646,-, tó ikki meira enn bilurin kostar.


Stušul til at keypa serligan bil

Eru heilt serligar umstųšur višvķkjandi breki umsųkjarans, kann afurat stušlinum til vanligan bil, veitast eitt rentu- og avdrįttarfrķtt lįn til at gjalda munin millum stušul til  vanligan bil og keypskostnašin fyri at śtvega ein serligan bil.

Heilt serligar umstųšur eru,  tį:

1) nišursetti fųrleikin krevur śtbśnaš, sum einans finst ella kann setast ķ stųrri ella dżrari bil,

2) nišursetti fųrleikin hevur viš sęr, at neyšugt er viš stųrri ella dżrari bili, av tķ at ilt er at sleppa inn og śt śr bilinum ella seta seg til ręttis ķ honum ella

3) neyšugt er viš stųrri ella dżrari bili til tess at fįa rśm fyri neyšugum hjįlpartólum.

 

Afturgjaldsskylda

Lįn til keyp av vanligum bili er partvķs afturgjaldsskyldugt.
Er inntųka umsųkjarans ikki stųrri enn 3 feršir grundupphęddina fyri ein stakan fyritķšarpensjónist, rindar umsųkjarin helvtina av lįninum aftur viš 1/96 um mįnašin. Hin helvtin veršur nišurskrivaš viš 1/96 um mįnašin, frį tķ at bilurin er skrįsettur.
Er inntųka umsųkjarans stųrri enn 3 feršir grundupphęddina fyri ein stakan fyritķšarpensionist, veršur afturgjaldsskyldugi parturin hękkašur viš 20% av tķ, sum er yvir 3 feršir grundupphęddina fyri ein stakan fyritķšarpensjónist. Tann lįnsparturin, iš veršur nišurskrivašur, veršur minkašur samsvarandi.

Inntųkumarkiš įr 2012 er kr. 213.768,-.

 

Inntųkugrundarlag

Inntųkugrundarlagiš ķ sambandi viš śtrokningina av stušlinum er skattskylduga inntųkan sambęrt skattalógini seinasta įlķknaša inntųkuįr. Skattligir frįdrįttir verša tó ikki ķroknašir.

Broytingar ķ inntųku

Er inntųka umsųkjarans, tį lįniš skal nżtast, varandi ųkt viš 20% ella varandi minkaš viš 5% ķ mun til taš uppgjųrda inntųkugrundarlagiš, er taš umsųkjarans broyttu fķggjarligu višurskifti, iš skulu leggjast til grund fyri śtrokningina av stušlinum. Broytingar ķ umsųkjarans fķggjarligu višurskiftum, aftanį at lįniš er latiš, višfųra ikki broytingar ķ śtrokningini.

Lįnini til bilin verša afturgoldin/nišurskrivaš viš 1/96 um mįnašin, frį tķ degi bilurin er skrįsettur.

 

Uppgerš įšrenn 8 įr eru umlišin

Veršur lįn afturgoldiš innan 8 įr eru lišin, veršur umframt alla restskuldina eisini goldin ein lutvķsur partur av avdrįttarfrķa lįninum.

 

Bil viš śr ųšrum landi

Stušul kann fįast til bil, umsųkjari hevur fingiš stušul til ķ ųšrum landi. Serligar reglur eru galdandi hesum višvķkjandi.

 

Stušul til meirśtreišslur til vektgjald

Stušul kann latast til meirśtreišslur til vektgjald til bil viš eginvekt omanfyri 1300 kg, um persónurin lķkur krųvini til stušul til at keypa bil sambęrt hesi kunngerš.
Stušul til vektgjald veršur bert latin til bķligasta nųktandi bil og um stušulstreytirnar sambęrt kunngeršini verša hildnar.

 

Stušul til serligan śtbśnaš

Stušul kann verša latin fyri serligan śtbśnaš til bilin, um śtbśnašurin ikki er ķsettur į verksmišjuni.
Stušul veršur tó bert latin, um Akstovan ella heilsustųša umsųkjarans krevur serligan śtbśnaš til bilin.  Stušul fyri automatisk gear veršur tó bert latin, um bilurin er minni enn eitt įra gamal, og śtbśnašurin er ķsettur į verksmišju.
Stušul veršur bert latin, um umsųkjarin ella annaš hśsfólk eigur bilin.

Stušul til serligan śtbśnaš er ikki treytašur av stušli til bil.

Hevur umsųkjarin fingiš stušul til serligan śtbśna, skulu ganga 6 įr, įšrenn stušul aftur veršur latin fyri lķknandi śtbśnaš.
Stušul kann tó verša latin innan 6 įr, um serlig višurskifti gera seg galdandi.

Serligur śtbśnašur, iš er settur ķ bilin, er ogn hjį Almannaverkinum, og skal, um hann er egnašur til endurnżtslu, latast aftur til Almannaverkiš, um bilurin veršur seldur ella burturbeindur.


Stušul til koyrikort o.a.

Stušul kann verša latin til lęknavįttan og meirkostnaš av koyrifrįlęru ķ sambandi viš stušul til at keypa bil ella ķ sambandi viš endurnżggjan av koyrikorti orsakaš av heilsuįvum, um treytirnar fyri stušli til at keypa bil annars eru uppfyltar.

Umsųkjarin veršur at gjalda vanliga kostnašin av koyrikorti.
Er neyšugt at nżta bil umsųkjarans ķ koyrifrįlęruni, kann stušul verša latin at seta śtgerš til koyrilęraran ķ bilin, og til at taka hana śr aftur.

 

Śtskiftan av bili

Hevur umsųkjarin fingiš stušul til bil, kann stušul til annan bil ikki verša latin fyrr enn 8 įr eftir, at gamli bilurin er skrįsettur.
Stušul til annan bil veršur tó bert latin, um Akstovan metir, at bilurin er ķ tķlķkum standi, at hann eigur at skiftast śt.
Stušul kann tó verša latin innan 8 įr, um:

1) Akstovan vįttar, at bilurin eigur at verša śtskiftur,

2) bilurin er voršin vrak ella

3) bilurin er voršin óegnašur, av tķ at fųrleiki umsųkjarans er broyttur.

Hóast įsetingina um 8 įr kann stušul verša latin eftir 6 įrum, um stušulin er latin til bil tiknan viš śr śtlandinum.

Veršur bilurin śtskiftur av serligum įšum, skal bilurin seljast og skuldin til Almannaverkiš uppgerast.

Mųguligt avlop veršur at ganga inn ķ keypi av nżggja bilinum. Mųgulig restskuldi veršur avskrivaš, um ikki gjaldsskįi er givin, ella lįniš er misrųkt.
 

Vinningur av sųlu av gomlum bili

Hevur umsųkjarin vanligan bil, iš hann hevur fingiš stušul til, og sųkir um stušul til nżggjan bil, skal nettovinningurin av sųluni av gamla bilinum, herundir tryggingarśtgjald, fara til nżggja bilin og/ella verša drigin frį nżggja lįninum, soleišis at fyrst veršur minkaš um afturgjaldsskylduga partin.
Veršur stušul latin til serligan bil, skal nettovinningurin av gamla bilinum tó verša drigin frį rentu- og avdrįttarfrķa lįninum til serligan bil fyrst. Loypur peningur av, veršur hann drigin frį vanliga lįninum.
Nettovinningurin er sųluprķsurin fyri bilin, tį iš sųlukostnašur umframt restskuld til Almannaverkiš fyri gomul lįn eru drigin frį. Viš śtrokning av nettovinninginum kann privat skuld til ein dżrari bil enn tann jįttaša, ikki dragast frį.

 

Stušulstreytir

Fyri at fįa stušul, skal:

1) umsųkjari verša heimabśgvandi,

2) lįniš verša nżtt til at keypa nżggjan og óbrśktan bil,

3) bilurin verša skrįsettur ķ navni stušulsmóttakarans. Er umsųkjarin barn undir 18 įr, veršur bilurin skrįsettur ķ navninum hjį foreldramyndugleikainnihavaranum.

4) Akstovan skrįseta bilin viš tķ treyt, at eigaraskiftiš skal ikki vera fyrr enn 8 įr eftir skrįsetingina, uttan so at Almannastovan loyvir tķ,

5) bilurin vera skrokktryggjašur fyri fult virši,

6) umsųkjarin lśka vinnu- og heilsutreytirnar,

7) bilurin ikki nżtast av ųšrum ķ longri tķš,

8) bilurin ikki verša settur ella setast ķ veš ella havast sum trygd fyri gjaldi, sum ikki hevur viš bilin at gera, og

9) umsųkjarin halda avdrįttarskylduna.

Hóast įsetingarnar ķ stušulstreytunum, kann stušul verša latin til nżggjan og óbrśktan bil, sum umsųkjarin ella annaš hśsfólk hevur keypt seinasta įriš. Stušulin fęr gildi, frį tķ at bilurin er skrįsettur fyrstu ferš.

Stušulstreytirnar, iš eisini eru į višlųgdum oyšiblaši, skulu undirskrivast av umsųkjaranum og sendast HTM.

 

Um stušulsmóttakarin doyr

Doyr stušulsmóttakarin, fellur restskuldin av lįninum til gjaldingar. Rųkkur sųluviršiš į bilinum ikki til alla skuldina, veršur munurin avskrivašur.


Bil viš uttanlands

Bilur, iš stušul er fingin til, kann takast viš uttanlands eftir avtalu viš Almannaverkiš. Veršur bilurin tikin viš uttanlands ķmóti avgerš hjį Almannaverkinum, kann stušulin takast aftur. Hóast hesa įsetingina, kann bilur takast viš ķ feriu uttanlands ķ styttri tķšarskeiš.

 

Gjaldsskįi og eftirgevan av skuld

Almannaverkiš ger av, um lįnsgjald kann verša śtsett, ella um lįn kann verša eftirgiviš orsakaš av sjśku, arbeišsloysi, śtbśgving o.ų.


Vešhald

Lįnini verša tryggjaš viš tinglżstum vešbręvi ķ leysafęi.

 

Fyrning

Lįnini fyrnast eftir 20 įrum sambęrt vanligum fyrningarreglum.

 

Buturfall av stušulsjįttan

Stušulsjįttanin fellur burtur, um ikki er sett į stušulin innan 6 mįnašir eftir jįttanina. Almannaverkiš kann tó ķ serligum fųrum leingja freistina.

 

Avgeršarmyndugleiki

Myndugleika at taka avgerš hevur Almannaverkiš.

 

Kęrumyndugleiki

Avgeršir kunnu kęrast til Kęrunevndina ķ almanna- og heilsumįlum innan 4 vikur frį tķ degi, kęrarin hevur fingiš frįbošan um avgeršina. Kęrunevndin kann vķkja frį freistini, um serlig orsųk er til taš.


Afturtųka av stušli

Verša treytirnar ikki fylgdar, avger Almannaverkiš, um stušul skal verša afturtikin. Er avgjųrt at taka stušulin aftur, skal restskuldin ķ lįninum afturgjaldast, mešan stušulsveitingin til vektgjald fellur burtur viš mįnašarlok eftir tann mįnaša, iš umsųkjari er kunnašur um avgeršina. Er avgjųrt at taka stušul aftur, kann Almannaverkiš gera eina avdrįttarskipan.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 



Dagført tann 12-07-2013