Ættleiðingarstuðul
Um tú ættleiðir eitt útlendskt barn, kanst tú eftir umsókn fáa stuðul upp á 100.000 kr. til útreiðslur í samband við ættleiðingina. Ættleiðingarstuðul verður veittur eina ferð fyri hvørt ættleitt barn. Barnið skal vera ættleitt gjøgnum ein av teimum felagsskapum, sum eru alment góðkendir.

Stuðulin verður rindaður, tá ríkisumboðið hevur sent Almannaverkinum váttan um, at barnið er komið til Føroyar.

Umsókn um ættleiðingarstuðul er at finna á síðuni oyðubløð.



Dagført tann 11-05-2015