Barnaverndarstovnar
Sosialu viðurskiftini hjá einum barni ella unglinga og familju teirra kunna av ymsum orsøkum verða somikið trupul, at tørvur er á, at barnið/unglingin verður settur heimanífrá.

Til hesi børn og ung hevur landið serliga tilboðið Bú- og viðgerðarstovnin, har børn og ung kunnu búgva í eitt avmarkað tíðarskeið og fáa sosialpædagogiska viðgerð. Eisini verður tikið mótið børnum/ungum bráðfeingis, eftir áheitan frá barnaverndartænastu.

Tænastan hjá Bú- og viðgerðarstovninum fevnir um:
o Sosialpedagogiska viðgerð og bútilboð
o Bráðfeingis móttøka

Bú- og viðgerðarstovnurin hevur 3 deildir. Tær 3 deildirnar eru Garðsstova, Jekarastova og Nýggjastova. Hendan samdøgursfyriskipan verður rikin sambært §33 í lóg um barnavernd.

Tað eru barnaverndartænasturnar kring landið, sum innskrivað børn og ung á samdøgurðsplássini hjá Bú- og viðgerðarstovninum. Settur er ein Tilvísingarbólkur, sum í hvørjum einstøkum føri ger tilmælið til barnaverndartænastuna um barnið/unglingin er í málbólkinum og nær tilboð verður bjóða. Tað er Høvuðsbarnaverndarnevndin sum tekur endaliga avgerð um eitt barn ella unglingi skal innskrivast á Bú- og viðgerðarstovnin.



Dagført tann 04-09-2013