Familjuviðgerð
Familjur við børnum undir 18 ár, sum av ymsum ávum hava serligan tørv, kunnu í eitt tíðarskeið fáa familjuviðgerð og vegleiðing á Familjudeplinum.

Familjudepilin hevur egin hølir, sum eru ramman um viðgerðina. Her eru eisini 2 íbúðir, har foreldur sum eru í døgnviðgerð búgva saman við sínum børnum ta tíðina, tey eru innskrivaði.

Tænastan hjá Familjudeplinum fevnir um:
o Dagviðgerð
o Døgnviðgerð
o Viðtalur við familjur at børnum, sum bera brek
o Samvera undir eftirliti
o Foreldraførleikakanningar

Tað eru barnaverndartænasturnar, sum innskrivað familjur til tilboðini á Familjudeplinum. Settur er ein Tilvísingarbólkur, sum í hvørjum einstøkum føri ger tilmælið til barnaverndartænastuna um hvør viðgerð verður bjóðað.

 



Dagført tann 04-09-2013