Persónligur stuðul til børn
Børn og ung við serligum avbjóðingum, so sum virkistarn, likamligt ella sálarligt brek, kunnu vegna teirra skerjingar hava tørv á stuðli í gerandisdegnum. Tá barn ella ungur hevur serligan tørv, kunnu hesi viðurskifti ávirka støðuna hjá allari familjuni.

Talan kann sum dømi vera um barn, sum vegna brek fær bjóðað dagtilboð, tá barnið ikki fær gagn av at vera í kommunalu dagansingini, um barn sum hevur tørv á frítíðartilboði eftir skúlatíð eftir at kommunala frítíðarskúlatilboðið endar, ella vera um unglinga, sum hevur tørv á serligum stuðli aftaná skúlatíð.

Dømir um stuðulsfyriskipanir: 
   - Stuðul í heiminum
   - Dagtilboð
   - Frítíðarklubbar
   - Umlætting
   - Náttarvakt

Stuðulsfyriskipaninar eru býttar sundur á økini menningartarn, fjølbrek og autisma/ADHD. Stuðulsfólkaskipanin fyri børn virkar eftir § 32c í forsorgarlógini.

Er tørvur á hesi tænastu, er tað skal tú venda tær til Viðskiftadepilin í Almannaverkinum í tínum øki.

Dagført tann 04-09-2013