Nýggjastova
Nýggjastova er partur av eind 10 í Trivnaðardeplinum.
Samband fæst við eindarleiðsluna her

Nýggjastova

Pedda við Steinsgøta 10

100 Tórshavn

Tlf.: 312320




Nýggjastova heldur til í bygninginum hjá gamla Føroya Barnaheimi, og er partur av Bú- og viðgerðarstovninum. Pláss er fyri seks børnum/ungum. Børnini/tey ungu hava sítt egna kamar, sum tey sjálvi seta dám á. Børnini/tey ungu taka lut í húsliga arbeiðinum eftir aldri og førleika. Dentur verður lagdur á at skapa eitt so vanligt barna- og ungdómslív sum gjørligt.


 

Skúli, arbeiði og frítíðarítriv eru partar av gerandisdegnum, tá brúka tey oftast býbuss. Stovnurin hevur egnan bil. Húsafundir eru hvørja viku, har børnini/tey ungu eru við at taka avgerð um, t.d. matarætlan, útferðir og aktivitetir.


 

Børnini/tey ungu hava atgongd til teldur, sjónvarp, playstation og internet. Eisini hevur stovnurin trampolin, fýrahjólarar, súkklur, poolborð og ymiskt til tónleik og upptøku. Børnini/tey ungu ferðast saman við starvsfólki tvær ferð um árið í egnum landi, og annað hvørt ár uttanlands.


 

Nýggjastova er nornerað til 7,5 fulltíðar pedagogstørv


Dagført tann 23-08-2016