Trappustova

Trappustova er partur av eind 10 í Trivnaðardeplinum.
Samband fæst við eindarleiðsluna her


Trappustova

Pedda við Steinsgøta 10

100 Tórshavn

Tlf:: 312320




Trappustova, sum er ein serlig fyriskipan, heldur til í bygninginum hjá gamla Føroya Barnaheimi, og er partur av Bú- og viðgerðarstovninum. Pláss er fyri einum barni/ungum. Barnið/tann ungi setur sjálv/ur dám á sítt kamar. Barnið/tann ungi tekur lut í húsliga arbeiðinum eftir aldri og førleika. Dentur verður lagdur á at skapa eitt so vanligt barna- ella ungdómslív sum gjørligt. Skúli, arbeiði og frítíðarítriv eru partar av gerandisdegnum. Trappustova hevur ikki egnan bil. Atgongd er til teldu, sjónvarp, playstation og internet.

Stovnurin hevur eisini fýrahjólarar.


 

Trappustova er normerað til fýra fulltíðarpedagogstørv.




Dagført tann 23-08-2016