Familjudepilin
Familjudepilin er partur av eind 10 í Trivnaðardeplinum.
Samband fæst við eindarleiðsluna her



Familjudepilin

Pedda við Steinsgøta 10

100 Tórshavn

Tlf.: 297971


Familjudepilin heldur til í bygninginum hjá gamla Føroya Barnaheimi, og er partur av Bú- og viðgerðarstovninum. Familjur verða ávístar av barnaverndartænastum kring landið. Pláss er fyri tveimum familjum. Familjurnar hava egna íbúð, harafturat er felags stova, samtalurúm, køkur og spælirúm, sum verða brúkt til viðgerð og til hugna


 

Familjurnar eru antin til arbeiðis sum vanligt ella hava frí, meðan uppihaldið varar. Dagligt virksemi er samtalur, samspælsvenjingar, refleksión o.a. Familjan hevur partvís eitt vanligt familjulív, sum starvsfólk eygleiða. Familjan hevur sjálv ábyrgd av húsligum arbeiði og sínum fíggjarligu viðurskiftum. Stovnurin hevur bil, sum kann verða brúktur til at lætta um hjá familjuni. Familjan finnur annars sjálv útav at koma runt, antin við egnum bili ella bussi. Samstarvsavtala verður gjørd millum familjuna og starvsfólk við innskriving.


 

Familjudepilin er normeraður til seks fulltíðar pedagogstørv.

 

Dagført tann 23-08-2016