Bú- og viðgerðartilboð í Børkugøtu 2B
Bú- og viðgerðartilboðið í Børkugøtu 2B er partur av eind 5 í Trivnaðardeplinum.


Børkugøta 2B heldur til á Ternuryggi í Tórshavn. Bú- og viðgerðarstilboðið er ætlað 4 ungum borgarum við autismu, sum hava góðar møguleikar at mennast og gerast sjálvbjargnir.

 

Børkugøta 2B er ein fyribils búfyriskipan, har arbeitt verður fram ímóti, at borgararnir eftir 2-3 árum kunnu liva eitt so sjálvbjargið lív, sum til ber. Borgararnir hava hvør sítt kamar. Harumframt hava teir atgongd til felags køk, stovu og baðirúm. Borgararnir hava ábyrgd av at gera mat, gera reint, vaska klæðir og keypa inn.

 

Gerandisdagar eru borgararnir til arbeiðis ella í skúla.

 

Borgararnir hava javnan fundir, har ymisk evnir verða viðgjørd t.d.felags leiðreglar í húsinum, matarætlanin og onnur viðurskifti. Teir taka eisini sjálvi stig til ymisk tiltøk so sum biograftúrar, venjingar og svimjing.

 

Ongin náttarvakt er á bú- og viðgerðartilboðnum.

 

 

Bú- og viðgerðartilboð í Børkugøtu 2BBú- og virkistilboð í Børkugøtu 2A
Børkugøta 2B
100 Tórshavn
tlf 297379
Teldupostur:
borkugota2@av.fo

 


 




Dagført tann 25-09-2018