Sambýlið Børkugøta 1

Sambýlið Børkugøta 1 er partur av eind 6 í Trivnaðardeplinum.

Sambýlið heldur til Undir Brúnni í Tórshavn. Á sambýlinum búgva 6 borgarar við menningartarni. Borgararnir hava hvør sítt kamar og baðirúm. Tó deilast 2 borgarar um eitt baðirúm. Harumframt hava teir atgongd til felags køk, stovu, baðirúm og vaskirúm. Somuleiðis hava teir atgongd til eitt massagurúm.

 

Í arbeiðinum á sambýlinum verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim, og við støði í tí einstaka borgaranum at menna førleikarnar hjá viðkomandi. Borgararnir eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.

 

Gerandisdagar eru borgararnir til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði.

 

Í frítíðini taka borgararnir lut í ymiskum virksemi í føroyska samfelagnum og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlands.

 

Náttarvakt er á sambýlinum.



Sambýlið Børkugøta 1
Børkugøta 1

100 Tórshavn

Tlf. 311442

Teldupostur: bubork@av.fo


  

 


 

 


Dagført tann 25-09-2018