Sambýlið Grønlandsvegur 59
Sambýlið Grønlandsvegur 59 er partur av eind 5 í Trivnaðardeplinum.

Sambýlið heldur til á Grønlandsvegi í Tórshavn. Á sambýlinum búgva 6 borgarar við menningartarni. Tann eini borgarin hevur egna íbúð. Hinir borgararnir hava hvør sítt kamar. Harumframt hava teir atgongd til felags køk, tvær stovur, baðirúm, vaskirúm og  hjall.

 

Í arbeiðinum á sambýlinum verður dentur lagdur á, at borgararnir fáa møguleika at mennast, tá tað snýr seg um at siga sína hugsan, koma við ynskjum og at samskifta hvør við annan. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at teir hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum. Borgararnir eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at gera mat, vaska klæðir, gera reint og keypa inn.

 

Gerandisdagar eru borgararnir til arbeiðis í virknis- ella verkstaðstilboði.

Í frítíðini taka borgararnir lut í ymiskum virksemi í føroyska samfelagnum sum t.d. í frítíðarklubba, í kvøldskúla, á kafé, møti ella í kirkju.

 

Vakjandi náttarvakt er á sambýlinum.

 

 

Sambýlið Grønlandsvegur 59

Grønlandsvegur 59

100 Tórshavn

Tlf. 317518/297409

Teldupostur: sambylidagronlandsvegnum@av.fo


 

 

 

 

 



Dagført tann 25-09-2018