Sambýlið í Pætursgøtu 3
Sambýlið í Pætursgøtu er partur av eind 3 í Trivnaðardeplinum.
Samband fæst við eindarleiðsluna her


Sambýlið í Pætursgøtu

Pætursgøta 3
188 Hoyvík

Tlf. 316422/297417

Teldupostur: sampatur@av.fo


Sambýlið heldur til í einum sethúsum í Hoyvík. Í sambýlinum búgva fýra fólk við autismu/asberger. Tey hava hvør sína lítla íbúð, umframt felags køk og stovu. Sambýlið hevur internet. Búfólkini gera sjálvi reint, tað tey eru før fyri, vaksa klæði, keypa inn og gera mat við vegleiðing frá starvsfólki. Húsfólkafundur er hvørja viku, har búfólkini er við til at avgera túrar, útferðir, matarætlan o.a.

Flestu búfólkini hava virknistilboð. Tvey arbeiði í eini fyritøku nakrar tímar um vikuna, og ein hevur tilboð í eldratilhaldi. Ein hevur ikki arbeiði. Búfólkini ganga ella taka buss. Búfólkini ferðast á hvørjum ári í egnum landi, og fara á Javna-cruise ella harmonikutúr við Norrønu. Tey gjalda sjálvi fyri ferðing.

Sambýlið er normerað til 7 fulltíðarstørv. Náttarvakt er á staðnum.




Dagført tann 05-04-2018