Sjálvsognarstovnurin

Frítíðarheimið í Skrivaragøtu

Leiðari: Jóna Johansen, T-postur: jonaj@av.fo


Frítíðarheimið í Skrivaragøtu
Skrivaragøta 5

100 Tórshavn

Tlf. 313353

Teldupostur: friskriv@av.fo



Frítíðarheimið heldur til í sethúsum í Havn. Húsini eru í tveimum hæddum og lyfta er millum hæddirnar.  Frítíðarheimið veitir bæði dag- og døgnumlætting. Pláss er fyri at hava 5-6 fólk í døgnumlætting samstundis. Á Frítíðarheiminum eru fimm kømur, tveir køkar, stovur, uppihaldsrúm, sansirúm og baðirúm.

 

Stovnurin miðar ímóti, at nøkta tørvin hjá avvarðandi fyri umlætting, eins og hædd verður tikin fyri ynskjum og tørvi hjá hvørjum einstøkum borgara. Dentur verður lagdur á at vísa virðing, og at hvør einstakur verður stuðlaður í at hava mest møguliga ávirkan á egið lív. Samstarv við foreldur og avvarðandi hevur stóran týdning. Harumframt virða vit tað tætta samstarvið, vit hava við aðrar stovnar, sum viðkoma borgarunum.

 

Virksemi verður, í tann mun tað ber til, lagt til rættis soleiðis, at borgararnir hava møguleika fyri vinalagi, samveru og tiltøkum við sínum líkum. Støði verður altíð tikið í tørvi og áhugamálum hjá tí einstaka, og í hvørji tiltøk eru ymsastaðni. Frítíðarheimið hevur egnan buss.

 

Í alt 11 starvsfólk arbeiða á Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu.

 
 Frítíðarheimið er sjálvsognarstovnur, men hevur upptøkufund tríggjar ferð um árið saman við Dáanum í Klaksvík og umlættingarstovnunum hjá Almannaverkinum.




Dagført tann 28-09-2015