Umlættingin í Mýrisóljuni

Umlættingin í Mýrisóljuni er partur av eind 2 í Trivnaðardeplinum.


Mýrisóljan heldur til á Gerisvegi í Runavík. Tilboðið er ætlað børnum og ungum við autismu, menningartarni og fjølbreki í aldrinum 0-25 ár. Børnini/tey ungu hava hvør sítt kamar og baðirúm. Harumframt hava tey atgongd til felags køk og stovu. Eitt akutt umlættingarpláss er eisini í Mýrisóljuni.

Tilboðið er opið fríggjadag frá kl. 17.00 til og við mánamorgun kl.08.00. Tilboðið verður, í tann mun tað er gjørligt, skipað eftir diagnosum og tørvinum hjá tí einstaka.

 

Dentur verður lagdur á at geva børnunum og teimum ungu nakrar mennandi og innihaldsríkar dagar. Umframt hugna, samveru og hvíld taka børnini og tey ungu lut í ymiskum í føroyska samfelagnum, sum t.d. fara túrar út í náttúruna, fara í biograf, at svimja og at vitja ymisk søvn.

Somuleiðis verður dentur lagdur á at veita tryggleika, umsorgan og nærveru og at hava fyrilit til menningina, aldurin og tørvin hjá tí einstaka barninum og tí unga. Somuleiðis verður dentur lagdur á at menna samskifti, sjálvsvirðið og at menna tann einstaka í sjálvhjálp.

 


Dag- og umlættingarstovnurin Mýrisóljan

Gerisvegur 5
620 Runavík

Tlf. 447003/297650/297653





Dagført tann 08-03-2018