Búfelagsskapur Heygavegur 56

Búfelagsskapur Heygavegur 56 er partur av eind 12 í Trivnaðardeplinum.

 

Búfelagsskapurin heldur til á Heygavegi í Klaksvík. Í búfelagskapinum búgva 7 borgarar við menningartarni. Borgararnir hava hvør sína íbúð. Í búfelagsskapinum er eisini ein íbúð, har starvsfólk skipa fyri einari felags høvuðsmáltíð um dagin.

 

Í arbeiðinum í búfelagsskapinum verður dentur lagdur á at menna førleikarnar hjá borgarunum, soleiðis at teir hava møguleika at liva eitt so sjálvbjargið lív, sum til ber. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at borgararnir hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum.
 

Gerandisdagar eru borgararnir til arbeiðis í onkrari fyritøku ella í virknis- ella verkstaðstilboði.

 

Í frítíðini taka borgararnir lut í ymiskum virksemi í føroyska samfelagnum sum t.d. í frítíðarklubba, í kvøldskúla og ymiskum ítrótti og ferðast ymsastaðni í Føroyum og uttanlanda.

 

Ongin náttarvakt er á búfelagsskapinum, tó kunnu borgararnir ringja til sambýlið í Mylnutúni um teimum tørvar hjálp um náttina.



Búfelagsskapur Heygavegur 56

Heygavegur 56

700 Klaksvík

Tlf. 297606

Teldupostur: heygavegur56@av.fo




Dagført tann 08-01-2019